Nú er tað her! Føroyskt knappaborð til iPhone og iPad

Í mong ár hava føroyingar verið noyddir til at brúka knappaborð á øðrum málum tá skrivað hevur verið á snildtelefonum og teldlum. Hetta hevur ført við sær, at okkara flotta føroyska skriftmál hevur havt tað trupult í okkara dagliga samskifti.

Seinastu tíðina hevur Sp/F Meitilberg Arts, við Eiriki Meitilberg, sett seg fyri at bøta um hetta, og kann í dag bjóða føroyingum eitt framkomið føroyskt knappaborð. Umframt føroyska rættstaving og orðauppskot, við hjálp frá Fróðskaparsetur Føroya, og fleiri nýbrótandi hentleikar, hevur knappaborðið eisini danskt og enskt skriftmál.

Knappaborðið er sera framkomið og fer eisini at bjóða kappingini av á altjóða marknaðinum. Av teirri orsøk hevur knappaborðið fingið eitt altjóða navn, SpeedyKey. Navnið er samansett av tveimum orðum, “Speedy” sum merkir skjótleiki, og “Key” sum hevur fleiri týdningar, teirra millum “knappaborð” ella “knappur”.

Vinnuframi hevur valt at stuðla Meitilberg Arts Sp/f við eini peninga upphædd til altjóða marknaðarføring av knappaborðinum - hetta eru vit sera takksom fyri.

Royn knappaborðið í dag. Føroyingar og danir fáa sum tey fyrstu atgongd at ogna sær knappaborðið, áðrenn tað verður útgivið á altjóða marknaðinum. SpeedyKey er at finna á App Store og er til iPhone og iPad, sum hava iOS 8 stýriskipan ella nýggjari.

Les meira um SpeedyKey á heimasíðuni www.speedykey.com.

Her kanst tú heinta SpeedyKey á App Store:

https://itunes.apple.com/app/speedykey-keyboard/id957834205?mt=8