Hentleikar

SpeedyKey hevur nógvar framkomnar hentleikar at bjóða. Niðanfyri er ein stutt frágreiðing um nakrar av hesum:

Orðauppskot og rættstaving

Við SpeedyKey fært tú føroysk orðauppskot og sjálvvirkandi rættstaving, tá tú skrivar. Um eitt orð ikki er í orðabókini, kanst tú skráseta orðið við at trýsta á tað í orðauppskotsfeltinum. Ynskir tú at strika eitt av tínum orðum, kanst tú halda á tí og velja "strika hetta orðið". Tú kanst strika øll tíni orð í SpeedyKey appini.

Orðauppskot og rættstaving
Strika tíni orð

Føroyskir bókstavir

Tá ið tú trýstir á SpeedyKey knappin síggjast teir føroysku bókstavirnir.

Føroyskir bókstavir

Speedy-Svar

Svara skjótt við SpeedySvar. Vel um tú vilt hava eina áminning seinni. Niðurteljingin til áminningina byrjar so skjótt sum tú trýstir á títt SpeedySvar.

Speedy-Svar

Speedy-Svar

Smá tekn

Smáu teknini gera tað skjótt at skriva. Fyri at skriva "@" skalt tú trýsta á "C" og hála niður og sleppa.

Skriva tey smáu tekini

Flyt vísaran

Flyt vísaran við at trýsta á glopp-knappin og drag til høgru ella vinstru. Ein skjót rørsla til høgru flytir vísaran aftur til endan av setninginum.

Flyt vísaran

Innset

Tað er nú einfalt at seta tekst inn. Trýst á SpeedyKey og førka fingurin upp.

Innset

Strika eitt orð

Strika eitt orð við at trýsta á strikiknappin og førka fingurin til vinstru.

Strika eitt orð

Speedy-Menu

Valmyndin gevur tær skjót amboð at gera funkur virknar og sløkkja tær. Tú kanst eisini gera knappaborðið minni við at fjala bjálkan við orðauppskotunum.

Menu