Spurningar og svar

  • Hvussu geri eg knappaborðið virkið?

    Soleiðis gert tú SpeedyKey virkið:

    1. Far inn á Indstillinger > Generelt > Tastatur > Tastaturer
    2. Vel "Tilføj nyt tastatur..." og vel SpeedyKey úr listanum, sum kemur fram
    3. Vel "SpeedyKey >" aftur og set frámerki við "Tillad fuld adgang". Uttan fulla atongd rigga fleiri funkur ikki, og einki ljóð hoyrist, tá ið tú skrivar. SpeedyKey goymir einki av tí, ið tú skrivar.

    Um tíni SpeedySvar ikki kunnu broytast beinanvegin, kann tað vera at tú skalt sløkkja fulla atgongd og tendra aftur.

    Her sæðst, hvussu tú gert knappaborðið virkið á enskum

     

  • Hvussu kann eg upprætta og brúka míni egnu SpeedySvar?

    Fyri at upprætta tíni egnu SpeedySvar ella broyta tey,  skalt tú fara inn í SpeedyKey Appina.

    Upptøkan vísir hvussu tú gert. 

    Enska heitið fyri SpeedySvar er "SpeedyReply"

  • Hvussu skifti eg mál?

    Her er vegleiðing um, hvussu tú skiftir ímillum málini, sum tú hevur virkin í SpeedyKey Appini. Fyri at skifta ímillum málini skalt tú bara trýsta á valmyndina ovast til høgru á knappaborðinum og velja títt mál á niðastu tekst røð. Sí video.

    Um tú ikki sært SpeedyKey knappaborðið men hevur gjørt tað virkið, kann tað vera at tú hevur fleiri ymisk knappaborð virkin. Trýst á globusin niðast til vinstru fyri at skifta ímillum knappaborðini, ella far inn í "settings" og strika hini málini.

  • Hvussu skrivi eg føroysku bókstavirnar skjótt?

    Fyri at skriva føroysku bókstavirnar skalt tú fyrst og fremst hava valt føroyska knappaborðið. Síðani skal tú eisini vera vísur í at "Speedy Føroyskir Bókstavir" er tendra í valmyndini ovast til høgru á knappaborðinum. Eru hesi tingini í ordan, kanst tú trýsta og sleppa SpeedyKey knappin heilt skjótt - tá vísast teir føroysku bókstavirnir. Trýst nú á tann bókstavin sum tú ynskir.

    Hendan funkan er eins og vanligt knappaborð, har man fyrst trýstir á knappin við strikuni yvir bókstavunum og síðan trýstir á "a" fyri at skriva á. 

    Nú ber til at skriva føroyskt skjótt og gott.

    Sí video:

  • Hví síggi eg ikki knappaborðið tá eg leiti á telefonini?

    Um SpeedyKey knappaborðið ikki vísir seg tá tú brúkar leiti-teigin á telefonini ella teldlinum, so er loysnin at sløkkja og tendra telefonina. Hetta er ein feilur í sjálvari stýrisskipanini - vónandi verður hetta rættað skjótt av Apple.

  • Hví síggi eg ikki knappaborðið?

    Um tað hendir at SpeedyKey knappaborðið ikki vísir seg tá tú opnar eitt App, men eitt standard Apple knappaborð vísir seg ístaðin - ella einki knappaborð vísir seg, so er loysnin antin at fara inn í annað app og fáa knappaborðið fram har og síðan opna hitt appið aftur. Ella at trýsta 2 ferðir á heim knappin og sløkkja appið við at førka tað uppeftir. Hetta er ein feilur í sjálvari stýrisskipanini - vónandi verður hetta rættað skjótt av Apple.

  • Hví síggi eg bara eitt enskt knappaborð?

    Um tú hevur innstallera SpeedyKey rætt, men bara sær eitt enskt SpeedyKey knappaborð, so kanst tú skifta yvir til føroyska knappaborðið við at trýsta á menuina ovast í høgra horni. Í menu'ini finnur tú "Føroyskt".  Tú kanst velja ímillum Føroyskt, Danskt og Enskt. 

    Um føroyskt ikki er at finna í menu'ini, so er tað tí at Føroyskt er frávalt í sjálvum SpeedyKey appinum. Opna SpeedyKey appið og vel "Mál á knappaborði" og ger "Føroyskt" virkið. Nú skuldi tað víst seg sum ein valmøguleiki í menu'ini á knappaborðinum.

  • Hvussu flyti eg vísaran / markørin?

    Flyt vísaran við at trýsta á gloppknappin og førka fingurin til vinstru ella høgru

  • Hvussu innseti eg tekst skjótt?

    Við SpeedyKey knappinum kanst tú lætt innseta tekst. Trýst á knappin og førka fingurin uppeftir fyri at innseta.

  • Hvussu minki eg knappaborðið fyri at fáa meira pláss á skerminum?

    Tú kanst minka um knappaborðið, so tú sært meira av skerminum. Fyri at minka um støddina, kanst tú goyma orðauppskotsbjálkan við at trýsta á valmyndina ovast til høgru og trýsta á strikuna. Sí upptøkuna.

  • Hvussu skrivi eg eina URL adressu skjótt?

  • Hvussu skrivi eg smáu teknini?

    Skriva tey smáu teknini skjótt við at trýsta á knappin og hála niður. Sí video.  

  • Hvussu sløkki og tendri eg fyri orðauppskotum og sjálvvirkandi rættstaving?

    Í upptøkuni niðanfyri sæðst, hvussu tú sløkkir og tendrar fyri orðauppskotum og sjálvvirkandi rættstaving. Upptøkan er á enskum. Orðauppskot eitur á enskum "Suggestions"  og rættstaving eitur "Autocorrect".

  • Hvussu striki eg eitt orð skjótt?

    Soleiðis strikar man skjótt eitt og eitt orð. Trýst á strikiknappin og førka fingurin til vinstru.